Mínlykil

Mínlykil

Mínlykil er ein trygg og felags innritingarskipan til Mínboks og aðrar tænastur hjá virkjum og stovnum. 

Allir føroyskir borgarar yvir 15 ár kunnu nýta Mínlykil. Tað er ókeypis at stovna og at nýta Mínlykil.

 

Hvørja ferð tú innritar við Mínlykil, senda vit tær eina trygdarkotu til tína fartelefon. Kotan skal nýtast saman við tínum brúkara og loyniorði og er ein eyka trygd. Tí er neyðugt hjá øllum, ið nýta Mínlykil at hava eina fartelefon.

 

Fyri at stovna Mínlykil skal tú trýsta her.

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New