Mínboks

Trygt samskifti

Mínboks er trygg at nýta

Samskiftið við Mínboks er bronglað (krypterað). Hetta merkir, at eingin annar enn tú kann fáa atgongd til tín post. Elektron eftirkannar Mínboks regluliga fyri at tryggja, at eingi trygdarhol eru í skipanini. Sum ein eyka trygd verður Mínboks eisini eftirkannað árliga av uttanhýsis trygdarserfrøðingi.

 

Í mun til samskifti við vanligum telduposti, er alt samskifti í Mínboks bronglað. Óviðkomandi kunnu tí ikki síggja skjøl og upplýsingar, ið verða sendar aftur og fram.

 

Stovnar og kommunur mugu sjálvandi vera heilt vís í, at tey samskifta við rætta persónin umvegis Mínboks. Neyðugt er tí at knýta títt p-tal at postkassanum. Á henda hátt verður tryggjað, at brævið endar á rætta stað.

 

Viðgerð av upplýsingum

Elektron, sum varir av Mínboks-skipanini, er bundið at persónsverndarlógini og trygdarkunngerðini – og fylgir altjóða standardi um KT-trygd. Hetta merkir m.a. at starvsfólk ikki hava heimild á nakran hátt at viðgera persónsupplýsingar uttan samtykki. Starvsfólk og undirveitarar hjá Elektron hava eisini treytaleysa tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum um viðurskifti hjá viðskiftafólkum, sum tey fáa kunnleika til.

 

Tíni brøv liggja trygt

Mínboks skipanin liggur í tryggum rakstrarumhvørvi, har fysisku karmarnir lúka altjóða trygdarkrøv. Trygdaravrit verður tikið av tínum postkassa dagliga. Avritið verður varðveitt á tryggum stað. Sum ein eyka trygd, verður spegling av rakstrarumhvørvinum framd regluliga. Um rakstrarumhvørvið av onkrari óhugsandi orsøk skuldi farið fyri skeyti, so finst til eina og hvørja tíð eitt eyka eintak av rakstrarumhvørvinum.

 

Um avtalan millum teg og Elektron av einhvørjari orsøk verður uppsøgd, hevur Elektron skyldu til at geva tær møguleika fyri at fáa alt títt innihald í Mínboks útflýggjað.

 

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New